Sangir

Hvat er tað, sum tyngir á sinnið - 269

269
Hvat er tað, sum tyngir á sinnið,
sum skuggar og myrkir um minnið,
sum kúgar og treingir mítt hjarta?
Er tað ikki syndin hin svarta?
 
2. Hvat er tað, sum kærleikan køvir,
sum øvund og vreiðina nørir,
so valla eg friðin kann njóta?
Er tað ikki syndin hin ljóta?
 
3. Hvat er tað, sum lættir um sinnið,
sum kastar sítt ljós yvir minnið,
sum troystar og styrkir mítt hjarta?
Er tað ikki náðin hin bjarta?
 
4. Hvat er tað, sum kærleikan nørir,
sum øvund og vreiðina køvir,
so aftur eg friðin kann kjósa?
Er tað ikki náðin hin ljósa?
 
5. Hvar eg so á foldum skal fjakka,
eg, Jesus, tær altíð vil takka,
tí náðina fekk eg at eiga,
tá ið tú á krossinum doyði.
 
S.M. Zachariasen.
Lag: sum Sl. 147.

Aftur
Send fyrispurning