Sangir

Hoyr andans rødd, sum talar tær til oyra - 343

343
Hoyr andans rødd, sum talar tær til oyra,
sum havsins dunan veldilig at hoyra,
hvít skyggja brot um alla tína leið.
Í broddi bátur tín er illa farin,
og boðar bróta, tú mást vera varin -
tó óttast ei.
 
2. Tí enn sum áður ræður happi Kristur,
hann verði viti - seinastur og fyrstur, -
hann byggir fyri broti tryggan garð,
so tú, sum kring í villum havi slongdist,
og tú, sum svárt av neyð og myrkri trongdist,
skalt bjargast har.
 
3. Hoyr andans rødd, lat Harrans hond teg leiða,
so hann í øllum allan teg kann eiga.
Sjá, ónd er verðin, og tær tørvar styrk - ,
tín megi er sum hálmastrá í vindi,
tá ivin hevur vald á tínum lyndi,
og nátt er myrk.
 
4. Hoyr andans rødd, tá tínar borgir falla -
tí tá er gott at hoyra Harran kalla,
at ganga leið, sum upp um heimin ber,
og eiga vist í borg á Sions fjalli -
um lívsins dagur komin er at halli.
Tó dagur er.
 
H.A. Djurhuus 1923.
Lag: Sl. 153.

Aftur
Send fyrispurning