Sangir

Hjá tær, mín Harri Guð - 60

60
Hjá tær, mín Harri Guð,
eg altíð vera vil;
á degi, nátt, við hús og burt,
ja, tín eg stundi til.


2. Hjá tær, tá dagsins ljós
mítt dagsverk lutar mær,
ja, hvørja nýggja morgunstund
í bøn, mín Guð hjá tær.


3. Hjá tær í mannafjøld
um mælsku verøld vítt,
at hoyra tína mildu rødd,
tað uggar hjarta mítt.


4. Hjá tær við enda dags,
tá kvøldið frið mær ber;
við sólarsetur, sólarris
hjá tær mítt hjarta er.


5. Hjá tær, tá myrkrið ber
mær boð um hvíldarstund,
títt veingjaskjól tá vernd mín er
og veitir eygum blund.


6. Hjá tær, í tær við trúgv
eg altíð vera vil
á degi, nátt, í lívi, deyð,
ja, tín eg stundi til.


Enskur. Símun av Skarði 1941.
Lag: Sl. 151.

Aftur
Send fyrispurning