Sangir

Hjá Jesusi eg søki frið - 486

486
Hjá Jesusi eg søki frið,
bert ófrið heimur gevur;
við krossin finnur sál mín grið,
og hjartað hvílu hevur;
har trygd er góð
í náð og ró,
og sál mín fær so sæl og fró
alt, henni leingist eftir.
 
2. Til eg at hesi keldu fann,
gekk eg á turrum heiðum,
og tostin mær í barmi brann,
tó eg á ymsum leiðum
væl royndi tá
at finna náð,
ið stilla kundi heilt ta trá,
sum mær í hjarta situr.
 
3. Men, Harri, góð var miskunn tín,
tín hond á beint meg leiddi,
og rødd tín segði: Kom til mín!
Og sálarbót tú greiddi.
Tú einans er,
ið lívgan ber
útmøddum sálum øllum her
og bjargar teim frá deyða.
 
4. Nú gævi, at eg alla tíð
má hjá tær, Jesus, vera;
og gævi, at tín náði blíð
má lagnu mína bera,
tá fann eg frið,
tá fekk eg grið,
og troytta dúgva tær við lið
tá settist glað at hvíla.
 
Yrkjarin ókendur 1740. J. Dahl 1924.
Lag: Sl. 150 a og b.

Aftur
Send fyrispurning