Hin svarta nátt man líða - 529
529
Hin svarta nátt man líða,
skákstjørnur vestur glíða,
úr havi hómast brátt
hin fyrsti dagur glíggja
í árinum tí nýggja.
Guð faðir, lat tað vera gott!
2. Ei mást tú vænta glaðar
tær allar ársins dagar:
Men tyngir sorg og sár,
lat vónloysi ei ráða,
minst til, vit altíð fáa
tó eftir langan vetur vár.
3. Í leti fátt vit læra,
men slit og strev hitt harða
ger mansins evni sterk;
hin rætta arbeiðsfrøi
væl lættir dagsins møði
og førir fram til fullgjørt verk.
4. Teir klóku mangt uppfinna,
teir stóru ríki vinna,
tá ridlar ofta leyst;
nei, kærleiksandin blíði,
sum steðgar hatskum stríði,
man vera tann, ið byggir best.
5. Ja, elska vit hvør annan
og gera væl við grannan,
og klandur ei er kent,
tá eru góðir dagar,
um mangt eitt mein enn bagar,
og tá er árið farið hent.
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 91.
Aftur