Sangir

Hin kærleiks kongur hirðin er - 597

597
Hin kærleiks kongur hirðin er,
hans góðska aldri svíkur.
Hjá honum vard er væl mín ferð,
hann ikki frá mær víkur.



Til hvíldaráir tryggur man
ta troyttu sál hann leiða,
á grønum fløtum letur hann
meg lívsins føði eiga.



Í myrkri mangan dag eg gekk,
í kærleika hann fann meg.
Á herðar sínar sett meg fekk
og heim í gleði bar meg.



Í deyðans dølum einki ilt
eg óttist, tú ert hjá mær.
Eg líti á, tú altíð vilt
meg halda tryggan hjá tær.



Tú reiðir borð títt fyri mær
og gávur ikki sýtir.
Eg frøast má um alt frá tær,
mítt bikar yvir flýtur.



Víst mundi hvønn ein lívsins dag
tín góðska til mín falla.
Guð gævi tá, títt lovsongslag
eg syngi ævi alra.
 
Sálmur 23
Henry W. Baker
Heri Tróndheim 2010
Lag: John B. Dykes 1868

Aftur
Send fyrispurning