Sangir

Hin harða krossin til ta síðstu hvílu - 184

184
Hin harða krossin til ta síðstu hvílu
fekk hann, sum lønti hat við kærleiks smíli;
tey syndafullu eftir honum steina,
tí einasta, sum synd ei var til meina.


2. Høgt ærist nú á foldum krossins merki,
ótaldar kirkjur fremja frelsuverkið;
mót gyltum tindum kvøldarsól sæst spæla,
og krossins orð har túsund tungur tala.


3. Í kirkjukórum møtast høgir harrar
og armingar, ung, gomul, gull og spjarrar;
øll undir krossi fáa skírnarnáði,
og krossur uggar best á deyðastrái.


4. Tann krossur hevur vald um lond og bylgju,
hvør vil nú saknast í várs frelsars fylgi?
Við vørrum æra hann er lítið fyri,
men hvør vil ganga undir krossins byrði?


5. Vit spara ei á næstan kross at heingja,
oss sjálvum man tað ov nógv vegin leingja.
Tú Kristus fevna vilt, tá dagur líður,
statt honum hjá um sváru middagstíðir.


6. Væl tær, sum fylgir honum, um tú treingist,
tær deyðin gevur tað, tær eftir leingist;
væl mær, um valdi krossin eg til styttu,
á tungum leiðum lætt eg fótin flytti.


Chr. Richardt 1861. Maria Mikkelsen.
Lag: Sl. 140.

Aftur
Send fyrispurning