Sangir

Himnadrottur sterki - 377

377
Himnadrottur sterki,
bjart títt krossins merki
lýsi mær á leið;
lívsins trygga klettagrund
í myrku sum í ljósu stund,
eg veit, tú vikast ei!
 
2. Lær meg fram at halda,
har ljósins einglar valda,
og loft er høgt og blátt;
Jesus Krist úr Nasaret,
mær tváa av hvønn døkkan blett,
ver vernd mín dag og nátt.
 
3. Himnadrottur mildi,
«Verði, sum tú vildi,»
var títt kærleiks orð;
er tað enn hvønn bønar dag,
tá eyðmjúkt hjarta boyggir knæ
við ríka náðar borð.
 
4. Lov og dýrd tær veri,
takkarljóð tær beri
mannahjørtu glað,
fyri ljós títt himnabjart,
ið lýsir gjøgnum myrkur svart
til lívsins ljósa dag!
 
J. Nolsøe.
Lag: Sl. 137.

Aftur
Send fyrispurning