Sangir

Himmalski faðir! Tín er allur heiður - 404

404
Himmalski faðir! Tín er allur heiður;
vítt yvir heim vár' veingjaskjól tú breiðir,
eiðasørt vinna vit av egnu ávum,
alt av Guðs gávum.
 
2. Ert tú enn maður, viðgitin og vitur,
reystur og ríkur, hægst í ráði situr,
minst til, um vinir gera av tær háva,
alt er Guðs gáva.
 
3. Túsundtals einglar um Guðs setur standa,
miklir í mátti, tæna har til handa,
Guðs børnum blíðir, verja tey og varða,
trygg tey tá fara.
 
4. Prísum tí glað øll Guði várum góða,
lovsong og tøkk úr hjørtum latum ljóða,
til vit øll samlast í Guðs frelsta heri.
Amen, so verði!
 
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 107.

Aftur
Send fyrispurning