Hesin er dagurin, Guð hevur sett - 328
328
Hesin er dagurin, Guð hevur sett
tænarum sínum til fragdar,
sunnudag hevur hann leinkjurnar kvett,
sum vóru á okkum lagdar.
Árla á sonarins degi
sigraði lívið á deyðans nátt,
sendist Guðs andi av himni brátt;
tí verður kimað av megi.
2. Harri, tú væl lati falla í lag
frelsunnar verk títt at inna,
so at tær mannfjøldir takka í dag,
tí at øll sorg tók at linna.
Hjálp, at vit syngja við megi:
Kristus sítt fólk hevur endurloyst,
Andin vil signa og geva troyst,
bera oss frið sín og gleði.
3. Harri, vár Guð, har tín kirkja er stødd,
vitja tú hana við veldi,
tungur tær lovi við hvøllari rødd,
gløddar av himmalskum eldi;
hátíðin magni í megi,
páskirnar bera av jólatíð,
meir er tó hvítsunnuhalgin blíð,
Andin ber ríkastu gleði.
4. Sjálvur tú signi títt bað og títt borð
við teimum alvígdu tungum,
so tað kann kennast, at andi og orð
liva í gomlum og ungum.
Skari tín kenni fullglaður:
Andin er betri enn hold og blóð,
náðin er lívgandi sterk og góð,
krúnu fær kristmanna dagur.
Sálmur 118,24-29.
Grundtvig 1837. G. Bruun.
Lag: Sl. 135.
Aftur