Heimsins frelsari er her - 129
129
Heimsins frelsari er her,
moyggin hann í armóð ber.
Allur heimur undrast á,
hví, tú Jesus, kemur svá.
2. Náðiundur Guðs er tað,
Harrans andi ber í lag:
lívsins orð á hesi fold
verður blóð og mannahold.
3. Uttan synd hann borin er,
alla heimsins synd hann ber.
Guð og maður, tað er hann,
okkum øllum bjarga kann.
4. Guði frá hann komin er,
heim til Guðs so leiðin ber.
Niður fór til helheims lond,
er nú við Guðs høgru hond.
5. Tú, sum ert Guðs faðirs mynd,
sigur vann á hvørji synd,
kom við guddómsveldi brátt,
styrk oss dag og døkka nátt.
6. Klárt tín krubba skína kann,
ljósið nýtt í niðu rann,
neyð og nátt tú burtur bar,
trúgvin altíð ljósið sær.
7. Lov og tøkk, o, Harri kær,
sum í heimin ljósið bar,
Faðir góður, Ond so blíð,
lov og tøkk um alla tíð.
Ambrosius. Luther 1524.
Bernt Støylen 1906.
Edm. í Garði.
Lag: Sl. 132.
Aftur