Sangir

Heilagt ljóð oss legg á tungu - 4

4
Heilagt ljóð oss legg á tungu;
himlafaðir, lær tey ungu
rætt at takka tær,
syngjandi tín prís við megi,
sáandi títt orð við gleði
her og víða hvar.


2. Himmals einglaherar glaðir
syngja lov tær, ljósins faðir,
øldir eftir øld;
latum sálmasong vár ljóða
upp frá jørð mót Guði góða
árla dags og kvøld.


Sálmur 92. Grundtvig 1836. Mikkjal á Ryggi 1938.
Lag: Sl. 130 a og b.

Aftur
Send fyrispurning