Sangir

Hav ongan ótta, lítla fólk - 314

314
Hav ongan ótta, lítla fólk;*
lat fylkjast fíggindar í bólk
við larmi og við lóti;
teir fegnast til títt fall at sjá;
men ei tann frøin vara má,
ei mást tú missa mótið.
 
2. Títt verk er Guðs, gakk fram hans veg;
tá í hans hond tú gevur teg,
tú ræðist ongar herjur;
hans Gideon enn finnast skal,**
sum Harrans orð og fólk fullvæl
og menniliga verjir.
 
3. Í Jesu navn vit vóna vist,
tey gudleysu við vald og list
seg sjálv, ei okkum granda;
til háð og spott tey verða tá,
er Guð við oss, vit honum hjá,
vit trygg um sigur standa.
* Luk 12,32 ** Dóm 6,11.
 
J.M. Altenburg 1631. Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 127.

Aftur
Send fyrispurning