Sangir

Harrin kallar fólk á fund - 647

647
Harrin kallar fólk á fund,
kallar oss til stilla stund
til at hoyra kærleiks orð,
tey, ið broyta mannakor.



2. Guð gav kærleika og trúgv,
tey í hjarta festi búgv,
lat tey broyta okkum so,
at vit lýða Harrans boð.



3. Tulka kærleiksboðið her
inn í næstans hørðu verð,
lat tað broyta hug og heim,
lat tað broyta sorg til gleim!



4. Stríð og bardagi á fold
leggja mangan mann í mold;
kærleiksandin broyta vil
bæði hug og vit og skil.



5. Tøkk for kærleika og trú,
sum til himna byggja brú;
gev oss Andans mál og mið,
gev oss tína eyðmýkt við!

Aftur
Send fyrispurning