Sangir

Harri, tær vit vilja takka - 596

596
Harri, tær vit vilja takka
fyri lyfti stór og dýr,
hóast vit so illa skilja
megina, í teimum býr.
Fyri aftan, fyri framman,
hvørt eitt fet á lívsins veg
lívga okkum hendur tínar,
eiga vit í hjarta teg.



Harri, tú so gjølla kennir
allar tankar, alt hjá mær,
áðrenn bønin berst av tungu,
er hon gomul fyri tær.
Fyri aftan, fyri framman,
har ið sólin fer í kav,
sjálvt á morgunroðans veingjum
ella við hitt ytsta hav.



Harri, lat títt ríki koma,
Tolmóð, trúgv tú geva má
okkum, sum her niðri bíða,
til tú okkum kallar á.
Fyri aftan, fyri framman,
opið stendur krossins lið,
vit at enda um tað ganga,
prís at syngja einglum við.



Sálmur 139
Sólrun Michelsen
Lag: J.J. Rousseau 1752. J.B. Cramer u. 1825

Aftur
Send fyrispurning