Sangir

Harri, rætt mær hendur tínar - 420

420
Harri, rætt mær hendur tínar,
signa allar leiðir mínar
dag og døpru vøkunátt.
Tá ið kinn av armóð bliknar,
og eg kenni, grundin viknar,
Harri, ger mær hjartað gott.
 
2. Kom til mín á hvíldartíma,
tá um leiðir fer at skýma.
Statt mær hjá um miðjan dag.
Og tá allir vinir svíkja,
og tá allar vónir víkja,
gev mær tolið sinnalag.
 
3. Lat meg tínar borgir hóma,
har sum túsund kertur ljóma,
tá ið verðin fellir meg.
Og úr hesum myrkurs díki
leið meg heim í ljósins ríki,
heim at finna sjálvan teg.
 
J. Dahl 1923.
Lag: sum Sl. 220.

Aftur
Send fyrispurning