Sangir

Harri, kom í lív mítt inn - 279

279
Harri, kom í lív mítt inn,
skapa gott og eyðmjúkt sinn,
góði himnakongur.
Birt títt ljós á syndaleið,
so eg burtur villist ei
frá tær, Harri, longur.
 
2. Legg í hjarta gleðiljóð:
Mær er náði tín fullgóð,
her hon er at finna;
eri endurføddur tær,
tú, sum syndir mínar bar,
mundi stórverk inna.
 
3. Faðir vár í himnabú,
takkarljóð vit syngja nú
fyri ríka náði.
Tú, ið veldiskongur er,
friðarboð um heimin ber,
lov og tøkk tú fái.
 
David Johannesen 1980. Lag: sum Sl. 114.

Aftur
Send fyrispurning