Sangir

Hann tekur ei gleðina frá tær - 735

735
Hann tekur ei gleðina frá tær,
tann Jesus, ið kallar á teg.
Bert tá kanst av sonnum tú liva,
um hann kann tær fylgja á veg.



2. Tú hoyrir tær dárandi røddir,
ið lova tær glitur og gleim,
men eingin ber ljós yvir vegin
sum hann, ið bar kærleik í heim.



3. Hann hjálpir í brattstu líðum
og styðjar, um gøtan er hál,
hann signar tær sólfyltu fløtur
og leiðir teg sjálvur á mál.



4. Hann førir teg frelstan um fjørðin,
heilt inn á ta himmalsku strond,
og fjalist tín bátur í brotum,
hann rættir tær bjargandi hond.



5. Hann tekur ei gleðina frá tær,
hann gyllir tær gleði og sorg
og letur upp ljósastu salir
til høgtíð í himmalsins borg.

Aftur
Send fyrispurning