Guð, tú sum ljósið lætst skína so bjart (við niðurlagi)
Guð, tú sum ljósið lætst skína so bjart,
sjálvur ert ljóskeldan reina;
aldri seg nærkar tær myrkrið so svart,
sólin har vald hevur eina.
Lat tað skína í mær.
Lat tað skína víða hvar.
Fyri ljósið, Guð, vit takka tær.
2. Skýggini dimmu nú hvørva so brátt,
dagurin bjarti nú rísur;
stjørnur, sum glógvaðu myrklongu nátt,
blikna, nú sólbirtan lýsir.
Lat tað skína í mær.
Lat tað skína víða hvar.
Fyri ljósið, Guð, vit takka tær.
3. Frísk vit frá náttarrógv glað eru nú
tøkk tær við songi at veita;
náttina starblindu burt beindi tú,
dagsljósið aftur man leita.
Lat tað skína í mær.
Lat tað skína víða hvar.
Fyri ljósið, Guð, vit takka tær.
4. Halt allar freistingar okkum ífrá
og alt, sum tungliga bagir!
Við tínum kærleika ver okkum hjá,
halgi og algóði faðir!
Lat tað skína í mær.
Lat tað skína víða hvar.
Fyri ljósið, Guð, vit takka tær.
5. Vreiðini steðga, tí hon veldur neyð!
Gleði og frið gev í sinni!
Fátæka manni gev dagliga breyð!
Leið tú oss úti og inni.
Lat tað skína í mær.
Lat tað skína víða hvar.
Fyri ljósið, Guð, vit takka tær.
6. Styrk tú og styðja oss, fast vit tá stá,
stríða og sigra í stríðum!
Frelsari vár, tú skalt æruna fá
nú og í ævigum tíðum.
Lat tað skína í mær.
Lat tað skína víða hvar.
Fyri ljósið, Guð, vit takka tær.
C.J. Brandt 1874. Símun av Skarði.
Lag: Sl. 110.
Aftur