Guðs náði altíð er mær hjá - 515
515
Guðs náði altíð er mær hjá,
í henni vil eg liva,
Guðs lív í mær tá heldur á,
eg óttist ei av iva;
tí trú og treyst
hann gevur best,
og vegin mær hann vísir
í deyðans stund
á náðarfund,
hjá sær hann mær tá hýsir.
2. Eg elska vil av instu sál
mín Guð av heilum huga;
um mær hann býður beiska skál,
Man signing hans tó duga.
Hans kærleiks bál
mær kveik' í sál
ein kærleiksneista skæran,
so elska kann
eg Guð og mann
og hava hjartans kæran.
3. Tí tann, sum sigur, at hann man
Guð elska' í hjarta sínum,
men tó sín bróður gloyma kann
í trongd og neyð og pínu,
hann lýgur alt;
tí so er mælt,
at tann, ei ugga gevur
til granna sín
í sorg og pín',
hann ei Guðs kærleik hevur.
4. O, Guð, í mær tín kærleik kveik,
lat anda tín tað gera,
og styrk meg, tá mín trúgv gerst veik,
so eg má búgvin vera,
tá ið eg má
í deyðan gá
at doyggja til míns besta
í hjartans frið
og kærleik við
til tín og til mín næsta.
Kingo 1699. Jóannes Patursson og Símun av Skarði.
Lag: Sl. 106.
Aftur