Guðs kirkjugrund aleina - 249
249
Guðs kirkjugrund aleina
er Harrin Jesus Krist.
Her vatn og orðið reina
hans kirkju skaptu vist.
Av himni kom at leita
sær halgu brúður hann,
við blóði frelsu veita,
við deyða lív hann vann.
2. Um landamark og tjóða
nú ljóða stevnuróp
úr frælsisbrævi góða:
ein drott, ein' trúgv, ein dóp!*
Eitt heilagt navn hon nevnir,
eitt breyð á borði er,
við eini vón hon stevnir,
Guðs kirkja, fram á ferð.
3. Um menn við undran skoða
tey sár, hon bera man,
tí klandur tók at loga,
og trúarvilla brann,
tó vaktarmenn enn vaka.
Hvør leingi? spyrja teir.
Brátt einki stríð skal saka,
ei náttarvøkur fleir.
4. Um neyð og trongd og tregi
og vápnastríð ber á,
hon bíðar sæl við gleði,
at Jesus koma má.
Tá ævinleikans friður
skal stilla sakn og sár,
og Harrans kirkjusigur
ber ævigt fagnarár.
5. Tó, sjálvt á foldardøgum
hon livir í Guðs nánd,
við frelst á himli høgum
hon kennir felagsbond.
O, halgu, sælu vinir!
Guð gev oss náði nú
at vinna fram sum hinir,
hjá tær at festa bú!
* Ef 4,5
Samuel John Stone 1866. Edm. í Garði.
Lag: Sl. 102.
Aftur