Sangir

Guð sjálvur hevur plantað - 159

159
Guð sjálvur hevur plantað
sín halga urtagarð,
so víst tað var at vænta,
alt gott má trivnast har;
hvønn vøkstur væl hann røkir,
frá fyrnd alt væl var gjørt;
men tá hann fruktir søkir,
er mangt eitt træið sørt.


2. Vár Guð er tó ei bráður,
men letur okkum fá
enn sínar ríku gávur.
Oss latum minnast á,
eitt sinn hans tol má enda,
hann rykkir upp við rót
tey, sum ei seg um venda,
men stríða honum mót.


3. Guð, lat meg ikki vera
hitt gagnaleysa træ,
sum onga frukt vil bera,
men nýta lívsins dag
til títt verk at útinna
og øllum gera væl
og síðan frelstur vinna
heim í tín halga sal.


Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 58.

Aftur
Send fyrispurning