Guðs góðsku glað nú prísa - 531
531
Guðs góðsku glað nú prísa
vit kristnu smá og stór;
tú miskunn vildi vísa
í ári tí, sum fór.
Hav tøkk av hjartans grund;
tú ilt frá okkum vendi
og gávumildur sendi
oss manga glaða stund.
2. Til matna og til klædna
her altíð fullført var;
til gomlu sum til barna
tín góðska gávur bar.
Tín náði fylgdi við,
ið hvar vit mundu fara.
Tú vildi okkum læra
at fremja kristnan sið.
3. So sárt í hjartað svíður
mong synd, vit minnast á;
men Guð vár er so blíður,
vit fyrigeving fá.
Ja, hava vit bert trúgv,
hann fegin vil oss náða
og letur okkum fáa
nýtt lív í himlabúgv.
4. Tín halga kristna læra
her hevur fótin fest;
og hjálp, at hvar vit fara,
títt orð vit elska mest!
Í Jesu Kristi navn'
vit bøna teg og biðja,
tú styrkja vilt og styðja
og bjarga oss í havn!
P. Eber 1580. P. Katholm 1586.
Grundtvig 1845. Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 100.
Aftur