Sangir

Guð faðir meg vara, at ilt eg ei geri - 393

393
Guð faðir meg vara, at ilt eg ei geri,
almáttugi harri, statt tú mær íhjá.
Lat altíð og stund meg tann skjøldurin bera,
sum eina kann verja meg meinum ífrá,
tann skjøldur er trúgvin hin skæra og bjarta,
sum halga skal verk mítt og prýða mítt hjarta.
 
Jóannes Patursson.
Lag: sum Sl. 272.

Aftur
Send fyrispurning