Sangir

Guð, vit lova tær - 683

683
Guð, vit lova tær.
Svøvnur søtur var,
barnið fekk á kodda góðan ugga.
Sum ein fuglur fleyg,
sum ein fiskur smeyg,
morgunsólin sær inn um mín glugga.



2. Sólin bjørt og blíð
lívgar bygd og bý,
gylt er glæman hesar morgunstundir.
Fróur hanin gól,
heilsaði Guðs sól,
allar smáar tungur tóku undir.



3. Ei tann minsta mús
saknar skjól og hús,
starin man í sínum reiðri vakna.
Fuglur fekk í nátt
tilhald trygd og gott.
Vit ei heldur skulu friðskjól sakna.



4. Fróur hanin gól,
heilsaði Guðs sól.
Ljós og lív hvør sál nú hevur vunnið.
Seg sum fuglur ber,
løtt sum fiskur fer.
Kærleiksskjól vit øll nú hava funnið.

Aftur
Send fyrispurning