Sangir

Guð, títt er valdið! - 403

403
Guð, títt er valdið! Bert við tínum orðum
himmal og heim vár skapti tú í forðum,
baldrandi ódn og summarfleyrið blíða
boð tíni lýða.
 
2. Fyri Guðs fingri sprotnar berg og hagi,
jarðskorpan skrykkist saman sum eitt klæði,
blágrýti brestur, stoltur fjallatindur
smildrast í flindur.
 
3. Við tínum valdi jørðin gevur grøði,
yngist upp heimur, livandi fær føði;
litføgur blomstur, fuglasong á degi
gavst tú til gleði.
 
Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 108 ella sum Sl. 107.

Aftur
Send fyrispurning