Guð, títt er ríkið - 402
402
Guð, títt er ríkið, fast í forðum grundað,
blítt tað seg breiðir kring um knøttin runda,
avbærar hetjur bera orð títt víða,
tolgóðar stríða.
2. Keisarar, kongar royndu tað at sora,
almikil mannfjøld kann ei Guði forða,
sloknar enn sól, og heimur verður brendur,
Guðs ríki stendur.
3. Javnt við ein stuttan andadrátt vit tiva,
metast má løtan, vit á fold her liva;
sælastu gleði ríki Guðs oss býður,
lív allar tíðir.
4. Óttast so ikki, hvat á oss man herja,
valdandi Guð er mentur oss at verja.
Í hvørjum vanda, tá vit á hann heita,
hjálp vil hann veita.
Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 107 a og b.
Aftur