Sangir

Guð, halgi andi, kom - 636

636
Guð, halgi andi, kom
sum lýsingin hin reyða,
rek okkum sorg frá sál
og toku burt frá eyga!



2. Lýs upp sum ljómi synd,
Guðs náði eins og sólin,
sum mánalýsi blítt
oss leið til náðistólin!



3. Tú eins og dúgva barst
Guðs himnabræv, ið litað
av blóði Jesu reytt,
á manna mál er ritað.



4. Tú allan iva køv
um krossins mátt og megi,
og kærleikan upp vek,
sum deyðin fær ei vegið!



5. Tú Ábrahami børn
kanst vekja upp av steinum,*
set oss inn í hans ætt,
sum trýr í hjørtum reinum!



6. Ja, reis í okkum búgv!
Um burt tú vildi rýma,
tá hvarv vár friður brátt,
og dagur fór at skýma.



*Matt. 3,9

Aftur
Send fyrispurning