Guð, eftir tær mær leingist - 277
277
Guð, eftir tær mær leingist,
av sorg mítt hjarta treingist,
øll lít mín er á tær;
orð títt má troyst mær bera,
tín náði lívd mín vera,
o, Harri, tú várkunna mær!
2. Stór freisting á meg herjar,
og synd meg illa nervar,
Guð, bjarga mær frá teim!
Í deyða sum í lívi
eg glataður ei blívi,
men komi frelstur til tín heim!
3. Eg sút í hjarta beri,
tí nógva synd eg geri;
men Jesus er mín troyst.
Eg bert á hann vil víkja,
hann vil meg aldri svíkja,
tí blóð hans hevur út meg loyst.
4. Mær lívsins harri mildi
tú, Jesus, vera vildi,
vælsignað er títt navn!
O Harri Jesus, blíði,
ver altíð mær við síðu,
so far mítt kemur væl í havn!
5. Mín Guð, sum læt meg skapast,
o, lat meg ikki glatast,
øll vón mín er til tín!
Guðs sonur, sum meg loysti,
hjálp tín meg altíð troysti,
kom tú við náð og kraft til mín!
6. Guðs andi, tú mær ráði,
gev vísdóm mær og náði,
gev hug at fylgja tær,
hjálp mær mítt verk at gera,
styrk meg mín kross at bera,
og lut gev í Guðs himni mær.
H.C. Sthen 1589. J. Dahl 1924.
Lag: Sl. 91 a og b.
Aftur