Sangir

Guð, allur heimur í høgum eins og lágum - 30

30
Guð, allur heimur í høgum eins og lágum
er opin bók, ið um teg lærir meg;
ja, hvørt eitt blað á jarðarblómum smáum
er blað, sum mangt er skrivað á um teg.


2. Tá morgunsólin upp í eystri stígur,
á bjarta himins ljós hon vísir mær,
og tá ið sólin lágt í vestri nígur,
til hvíld og frið hon leiðir meg hjá tær.


3. Tá fagra várið alt til lív upp vekur,
tá vón til tín í barmi brennur mær;
og tá tað móti myrkum vetri ekur,
tá læri eg at finna skjól hjá tær.


4. Tær ótals stjørnur, ið á himni ljóma,
á eyga títt, ið vakir, vísa mær;
og líti eg til lágan jarðarblóma,
tað minnir meg, at umframt smátt tú sær.


5. Tá vítt um havið stormur strýkur stríður,
við miklum rómi boðar almátt tín;
og tá um fløtur vindur leikar blíður,
hann boðar, tú ert mildur, faðir mín.


6. Tá eldur klárt við bjørtum loga brennur,
hann kunnger greitt, at heit er góðska tín,
og keldan rein, ið altíð framá rennur,
hon sýnir, at ei tvørrar miskunn tín.


7. Eg hoyri glaðar himnafuglar syngja,
teir prísa tíni dýrd um allan heim,
um sorg og tregi tíðum hjartað tyngja,
tó takkarsong eg kvøði hátt við gleim.


8. O, veit mær, Guð, at verk títt eg má skoða,
tú veri altíð hjartans uggi mín!
Og um mín synd so ofta mær man bága,
mítt hjarta reinski aftur náðin tín.


Valdimar Briem. J. Dahl 1904.
Lag: Sl. 90.

Aftur
Send fyrispurning