Sangir

Gev mær treyst og trú í treytum - 274

274
Gev mær treyst og trú í treytum,
Guð, at tráa heim til tín!
Bjarga mær um bjørg og breytir!
Bjartan búna goym til mín.
 
2. Al meg aldur, allar ævir,
kæri Jesus, tætt at tær!
Sút eg gloymi, gerist glaður,
um tú nærkast nærri mær.
 
3. Huga mín og hjarta hita,
halgur andi, hjálpin mín,
veit mær vísdóm, lat meg vita,
ljós og lív er leiðin tín.
 
Absalon Joensen.
Lag: sum Sl. 96.

Aftur
Send fyrispurning