Sangir

Gakk tú tryggur fram við góðum treysti - 370

370
Gakk tú tryggur fram við góðum treysti,
allir ljósir einglar fylgja tær.
Harrin, hann er vinur tín hin besti,
hansar eyga allar vandar sær.
 
2. Hýs í hjarta tínum bert tí góða,
gloym tað ónda, ið vil sára teg,
tá so fagrir sangir skulu ljóða
fyri tær á øllum tínum veg.
 
3. Mangt í heiminum er vánt at kenna,
alt tað besta heldist fyri spott;
minst tó til, at tá tey óndu flenna,
skalt tú halda hjarta reint og gott.
 
4. Teim, ið treingja, skalt tú vera góður,
troysta tey, ið eru veik og arm.
Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður,
tekur tær úr hjarta sorg og harm.
 
5. Kemur tú framvið, har klokkur ringja,
steðga tá og bið títt faðirvár,
tað er bøn, ið styrkir og kann yngja,
sløkkja sorg og grøða tyngstu sár.
 
6. Um tú snávar, miss ei fótafestið,
minst bert til, at Guð er altíð nær.
Gakk tí tryggur fram við góðum treysti,
allir ljósir einglar fylgja tær.
 
H.A. Djurhuus 1915.
Lag: Sl. 80 ella sum Sl. 310.

Aftur
Send fyrispurning