Sangir

Frøist nú hvør, ið frøast kann - 203

203
Frøist nú hvør, ið frøast kann,
frelsarin upp nú er staðin,
fullgjørt er verk, hann sigur vann,
frøist tí páskadagin.
 
2. Syngið um drott, sum deyðin ei
mentur í grøv var at halda.
Syngið nú glað á lívsins leið,
syngið um kappan balda.
 
3. Syngið um lív, sum deyðan vann,
syngið um frelsarans veldi,
grøvin er brotnað, upp stóð hann,
Jesus, sum deyðan feldi!
 
4. Deyðin nú vigin fíggindi er,
Jesus hans makt hevur sorlað,
ormurin fekk sín bana her,
høvur hans sundur morlað.
 
5. Halda vit nú tí sigursfest,
gleðast, tí lívið skal valda.
Frelsari tøkk, at grøv tú breytst,
hon tær ei kundi halda!
 
H.M. Jacobsen.
Lag: Sl. 75.

Aftur
Send fyrispurning