Sangir

Friðleysa sál á foldum her - 464

464
Friðleysa sál á foldum her
finna vil eydnu og gleði.
Alt her á foldum boð tær ber
um Harrans veldi og megi.
Jesus tær bjóðar til sín inn,
gevur tær frið í sál og sinn',
tak móti hansara náði.
 
2. Friðleysa sál, sum foldum á
leitar tær æru og veldi,
kanska tú brátt á deyðastrá
starir at æviga eldi.
Fáfongt og tómt á jørð alt er,
tá ið tað hvølt úr hini verð
ljóðar: nú skeiðið er runnið!
 
3. Á, um tú kendi friðin tann,
ið er hjá Kristi at finna,
kendi tað blóð, á krossi rann
fyri tær sælu at vinna,
kendi at hvíla trúnni í,
kendi tær hjálp í dagsins stríð',
tá vart tú ríkasti maður.
 
4. Drottur er ein, ið fevnir øll,
sum sær í trúgv til hann leita,
mettar øll svong og vermir køld,
bert tey á hann vilja heita.
Hann gevur treysti tær á ferð,
drotturin mikli Jesus er,
vegurin, sannleikin, lívið.
 
5. Leiti eg, Jesus, á tín fund,
boygdur av syndini niður,
veit eg, tú grøðir sál og lund,
har, sum tú valdar, er friður.
Goym meg, o, Jesus, tætt hjá tær,
skýli tú ver mót synd hjá mær,
skjøldur mót freistinga ørvum.
 
Kristina Toftegaard.
Lag: sum Sl. 186.

Aftur
Send fyrispurning