Sangir

Ein fagur vegur er hjá teim - 523

523
Ein fagur vegur er hjá teim,
sum Jesu gerning skoða,
at ganga gjøgnum henda heim
við kærleiks milda loga
og tendra ljós, sum heit og klár
seg onga løtu dylja,
men lýsa Harrans náðiár
í Kristi trúgv og vilja.
 
2. Hvat gagnar tað at røða væl
og allan vísdóm vita,
at eiga fult av gávum tal
og trúgv, sum fjøll kann flyta,
hvat munar mans, ja, eingla mál
og spádóms djúpu grundir,
tá heimsins ok er lagt á sál,
og kærleikin er undir?
 
3. Ja, Jesus vár, tú veitst tað best,
tú hevur vegin gingið,
og tó tú átti valdið mest,
so hevur tú tær fingið
tann lut í tíni jarðarmynd
sum tænari at líða
og møta heimsins háð og synd
við kærleikssmíli blíða.
 
4. Tað er ei nakað loyndarmál,
sum eg fyrst skal út grunda,
men, Jesus, minn tú mína sál
á kærleikan at stunda
á vegnum, fagrastur er her
og gjøgnum heimin gongur,
og har hvør gerð av sonnum er
til tín ein takkarsongur.
 
1 Kor 12,31. 1 Kor 13,1-3. S.A. Weihe.
Lag: sum Sl. 106.

Aftur
Send fyrispurning