Eg veit eitt land, har vakurt er - 289
289
Eg veit eitt land, har vakurt er,
har deyðin frelstum einki ger,
har skínur sólin altíð bjørt,
og aldri valdar náttin svørt.
2. Har kennist ikki tunga sorg;
har stendur ein so vøkur borg;
har streymar á so rein og klár;
har uppi býr hann, faðir vár.
3. Har vaksa pálmar, rósur við,
og allar blómur lið um lið.
Har stendur lívsins fríða træ,
har ljóðar glaða einglalag.
4. Í reina streymi skírist tann,
sum sigur yvir syndum vann,
í fríðu borg hann búgva skal
og gleða seg við harpuspæl.
5. Hvørt kvøld, tá sólin fer í kav
og roðar himmal, roðar hav,
mítt eyga sær eitt bílæt av
tí landi, Harrin okkum gav.
6. Tá langtar ofta mangt eitt sinn
at koma í tær hallir inn,
ið goyma gleði, goyma gleim;
har uppi er várt rætta heim.
7. Ein trongur vegur gangast má
- so mangur fellur honum á,
tann vegur okkum føra skal
til fagurt land og høgan sal.
8. Og drottur dýri vísir veg,
hann leiðir oss frá foldini
og rættir til tín armin sín
og sigur: «Komið øll til mín.»
H.A. Djurhuus 1901.
Lag: sum Sl. 12.
Aftur