Sangir

Eg veit ein miskunnsaman Guð - 602

602
Eg veit ein miskunnsaman Guð,
sum strikar alla synd.
Hann okkum gevur lív í lut,
hann er mín lívsins lind.



Ein kelda er hann um øll lond,
sum eg kann drekka av.
Hann slítur sundur fjøtur, bond,
hann øllum lívið gav.



Hann altíð miskunnsamur er,
hans náði ber á mál.
Hann er mín vón, mín frelsugerð;
hann gevur troyst í sál.



Lat viðrák, mótrák møta mær
á lívsins hørðu leið.
Hans verndarhond meg altíð bar,
hann rekur burt meg ei.



Dávid Johannesen
Lag: W. Horsley 1744-1858

Aftur
Send fyrispurning