Sangir

Eg veit, at hjá mær góðir máttir eru - 701

701
Eg veit, at hjá mær góðir máttir eru,
eg eigi troyst og eri vardur væl,
eg taka vil við tí, sum lív vil bera
í nýggja ári, hvat enn henda skal.



2. Um enn hin gamla tíðin bar oss møði,
og vándskutíðin trupult lívið ger.
Vit biðja: Gev tí sjúka hjarta grøði
og gev ta frelsu, sum oss ætlað er.



3. Um deyðans kalik tú vilt okkum rætta
og líðingar í steypi upp til rond,
so vilt tú sjálvur byrðar várar lætta,
tær koma jú frá tíni góðu hond.



4. Men vilt tú aftur gleðilag oss bera
í hesum heimi, meðan sólin sær,
vit siga tøkk og fagnað tær, vit gera,
tí lívið er ei várt, men ogn hjá tær.



5. Lat ljś títt lýsa, so vit hitan kenna,
sum tú í várum myrkri geva vil,
og lat tað okkum mót og dirvi menna,
Í vári nátt tað lýsir himna til.



6. Og tá ið vit í djúpu kvirru eru,
tá lat oss hoyra himna song og ljóð,
og lat tað troyst í einsemi oss bera:
Guðs barna kór vit hoyra syngja fró.



7. Hjá góðum máttum eru vit í sorgum
og ferðast trygg, hvat enn so henda vil.
Guð er hjá okkum kvøldartíð og morgun,
ja, hvønn ein dag, ið okkum lutast til.

Aftur
Send fyrispurning