Sangir

Eg takki, Guð, tær hvørt eitt bil - 601

601
Eg takki, Guð, tær hvørt eitt bil,
sum barn í jarðarhøllum
eg slapp at vera, vera til
við andliti og øllum.



At grasgrøn fjøll mítt eyga sær
á føgrum sólskinsdøgum
og stjørnufjøld, sum speglast fjar
í náttardjúpum høvum.



Og hvør ein sjón, ið eygað sær,
fær hjarta mítt at biva.
Eg takki, stóri faðir, tær,
eg loyvi fekk at liva.



T.N. Djurhuus
Lag: J.A.P. Schulz 1747-1800

Aftur
Send fyrispurning