Sangir

Eg sá hann sum barn við teim vónríku eygum - 75

75
Eg sá hann sum barn við teim
vónríku eygum,
tá sólgeislar spældu á heimligum heygum,
tá kysti hann meg, og við stjørnu vit spældu,
í fjarleika krossurin stóð honum fjaldur.


2. Eg sá hann sum unglingi várljósan morgun,
tá andin fleyg hátt móti skínandi borgum,
hann veittraði til mín, og himin varð heiður,
í hansara ljósi eg sá allar leiðir.


3. Eg sá hann sum maður á hásummardøgum,
tá syndarin skalv fyri dómara høgum,
tá hjartað sló tungt, og mín ryggur var bogin,
og deyðin meg ræddi, so veikur brann login.


4. Tá fyrstani kendi eg, hann vil mær náða,
tá fyrstani gátan um krossin varð ráðað,
tá fyrstani fevndi mítt hjarta ta byrði,
sum hann hevur rætt mær, mín algóði hirði.


5. Tá fyrstani honum eg takkaði glaður,
at hann er mær hjá, meðan her líður dagur,
um tung verður rás mær, og brøtt verður bylgja,
í lívi og deyða eg honum vil fylgja.


6. Tá segði eg honum, í hansara hendur
eg legði mítt lív, hvussu víkur og vendir,
hjá honum eg meg og mín vesaldóm fjali,
bert tá liggur leið út úr glatanar dali.


7. Eg veit, eg hann einaferð aftur skal síggja,
tá falli eg honum eyðmjúkur til kníggja,
tá far mítt fer undir í seinasta nosi,
tá heilsi eg honum við lívsvónar brosi.


Vilhelm Birkedal 1858. Steingrím Niclasen 1983.
Lag: Sl. 44.

Aftur
Send fyrispurning