Sangir

Eg rósu upp sá næla - 131

131
Eg rósu upp sá næla
úr tí glerstoyttu grund,
sum okkum um var talað
til troystar forna stund.
Tann rósan spretti fram
á køldum, miðjum vetri
á nátt við Betlehem.


2. Um rósuna kappkvøði
eg nú við himins her,
ein jomfrú var hans móðir,
Maria rein og skær.
Í honum ljós skein fram
á myrkum, miðjum vetri
á nátt við Betlehem.


Týskur úr 15. øld. J. Dahl 1938.
Lag: Sl. 43.

Aftur
Send fyrispurning