Sangir

Eg kveiki kertur mínar - 626

626
Eg kveiki kertur mínar
við krossins halga træ.
Í øllum bønum sínum
hin seki boyggir knæ.
Eg viltist títt av vegi,
eg vakti títt og bað.
Á hesum halga degi
legst skýmd um Ennistað.



2. Ígjøgnum móð og myrkur
eg undur havi sæð.
Eg sá teg bera, Kristur,
tað tunga krossins træ.
Av enni dropar drúpa,
og dýrd úr eygum skín.
Á klettin eg vil krúpa
og kyssa fótin tín.



3. Tín breyt er breidd við tornum,
ið mynda svikakoss,
og níðingi sovorðnum
tú negldur vart á kross.
Eg sá teg naknan hanga
á Ennistaðnum har,
tann loysnardagin langa,
tá verk títt fullgjørt var.



4. Til lágar lonir, hallir
tú eina ert á ferð.
Teg gremur syndafallið,
ið allar syndir ber.
Tú veitst, tann sjúki kallar
á vin at leiða seg.
Tú sært og elskar allar,
tó at teir svíkja teg.



5. Eg falli tær til kníggja
og fevni lívsins træ.
Eg undur stór kann síggja
á hesum halga stað.
Tú stýrir vársins veldi
og lívgar fólk og fæ.
Av tínum ástareldi
gerst nátt til kláran dag.

Aftur
Send fyrispurning