Sangir

Eg eygu míni hevji upp til fjallanna - 733

733
Eg eygu míni hevji upp til fjallanna
hvaðani kemur mín hjálp?
Hjálp mín frá Harranum kemur,
skapara himmals og jarðar.
Hann vil ikki lata fót tín snáva,
vaktari tín vil ikki sova.
Nei, ikki blundar og ikki svevur varðmaður Ísraels.
Harrin er vaktari tín.
Harrin tín verndarskuggi
við tína høgru hond
Um dagin skal sólin ei stinga teg,
ella um náttina mánin.
Frá øllum illum skal Harrin teg varða,
hann tína sál skal varða.
Tín útgang og inngang skal Harrin varða
nú og um allar ævir. Amen.
Nú og um allar ævir.
Halleluja, halleluja, halleluja, takk og lov!
Halleluja, halleluja, halleluja, amen

Aftur
Send fyrispurning