Sangir

Eg biði teg, Guð og Harra mín - 416

416
Eg biði teg, Guð og Harra mín,
lat upp títt náðioyra,
og hoyr meg, arma syndara tín,
lat einki meg frá tær koyra.
Lat anda tín mær vera hjá,
hann skal meg væl áminna,
og sanna troyst meg lata fá
og syndina yvirvinna.
 
2. Hvørt vaka eg ella sova má,
tín heilaga deyða og pínu
lat aldri mær úr huga gá,
ei heldur sárini tíni!
Lat alt, sum eg skal tala og gera,
og alt, í huga kemur,
eina tær til æru vera,
so ríki títt tað fremur.
 
Thomas Kingo. J. Dahl 1931.
Lag: Sl. 34.

Aftur
Send fyrispurning