Sangir

Dýrasti Jesus - 123

Dýrasti Jesus,
drottur alla drotta,
sonur av Guði og Mariu moy,
teg vil eg elska,
teg vil eg æra,
tú lív mítt ert, mín dýri eyð'.


2. Føgur er ongin,
fagrari er lundin,
tá hon á vári setur blað;
Jesus er fagrari,
Jesus er reinari,
hann okkum hjørtuni ger glað.


3. Bjart lýsir sólin,
mildari er mánin,
glógvandi himmalsins stjørnulind;
meir ljómar Jesus,
meir lýsir Jesus
enn himmalsins øll glæstrimynd.


4. Yndig er blóman,
vakrari er menniskjan,
meðan ið frískt er ungdómsins vár;
blóman má følna,
menniskjan vikna,
men Jesus elda eingi ár.


5. Alt, sum á himni
og á jørð er fagurt,
lænir sær ljóma og dýrd frá tær,
Jesus, vit biðja,
okkum tú eigi,
hvørt okkum leiði fótafar!


Gamal týskur songur. J. Dahl 1925. Lag: sum Sl. 78.

Aftur
Send fyrispurning