Sangir

Brót gjøgnum ský mær trongd at linna - 264

Brót gjøgnum ský mær trongd at linna,
Guðs dýrdarmikla kærleikssól,
at alla tíð eg veg má finna
fram til tín ríka náðarstól,
lat ongan her í blindum ferðast,
sum fegin vil til ljósið berast!
 
2. Tú eina er, vil altíð vera
alheimsins troystarríki Guð,
tað vil hvør arma sál tær bera,
sum ríka hjálp tín fell í lut!
So stór er eingin neyð at finna,
at ei tín almakt hjálp kann inna.
 
3. Tú ger, at deyvur hoyrir aftur,
og blindur aftur ljósið sær,
hin halti fer á fótum lættur,
spitalskur reinsast, lívsmót fær;
tú deyðum lívið gav og anda
og neyðar sálir reis úr vanda.
 
4. Við tíni veldismakt í minni,
sum mangan fyrr tú sýndi her,
hví eri stúrin eg í sinni?
Mín Jesus, styrki tú mær ber!
Tú ert hin sami ævi alla,
sum Sátans vald fekk djúpt at falla.
 
5. Eg fátækur og veikur eri,
o, náðiríki Jesus, kom,
í sálardýpið tú mær beri
títt náðar evangelium,
at eg tað má í barmi bera
og tí um ævir sælur vera!
 
L.A. Gotter 1714.
Brorson 1734. J. Nolsøe.
Lag: Sl. 24.

Aftur
Send fyrispurning