Sangir

Breið tínar náðiveingir - 575

Breið tínar náðiveingir,
o, Jesus, yvir meg,
lat hvíld hjá tær meg finna,
mín allan lívsins veg!
Veit tú mær ráð og megi
og lat meg dag og nátt
av tíni náði liva
til síðsta andadrátt.
 
2. Út strika mínar syndir,
lat blóð títt tváa meg!
Gev mær eitt heilagt sinni,
sum altíð aktar teg!
Í vernd og verju tína
tak okkum, stór og smá,
lat oss í friði hvíla
nú náttin kemur á!
 
Lina Sandell 1865. Edm. í Garði 1958.
Lag: Sl. 23.

Aftur
Send fyrispurning