Sangir
Av himni hátt ein eingil ber - 101
101
Av himni hátt ein eingil ber
stór gleðiboð um alla verð,
tey tíðindi so góð og blíð,
sum ganga skulu alla tíð:
2. Í dag eitt lítið barn er føtt,
sum neyð og syndamein fær bøtt,
tað Harrin Jesus Kristus er,
sum vandastøddum frelsu ber.
3. Tað okkum er til merkis sagt:
Í fjóskrubbu vit finna lagt
tað lítla barn á armóðs strá,
sum tó á øllum hevur ráð.
4. So fara vit øll hjartans glað
við hirðunum í Dávids stað
ta jólagávu har at fá:
Guðs einkarson nú okkum hjá.
5. O, Jesus, tú vælkomin ver,
tú synda vegna komin er
í míni neyð at hjálpa mær,
eg aldri kann fulltakka tær.
6. Tín lega hoyggj og hálmur er,
av spjørrum fekst tú reiv títt her,
men eingin dýrd tó foldum á
kann metast við títt armóðs strá.
7. Øll verøldin í vídd og breidd,
um skrýdd við gulli, silki reidd,
var ov ring vøgga tó til tín,
sum kom av himni her til mín.
8. Men hetta líkaði best tær,
tí at tú vildi sýna mær,
at heiður, makt og gull á fold
skal metast javnt við rusk og mold.
9. Nú, kæri Harri, Jesus Krist,
kom, fá hjá mær tær innivist,
her er mítt hjarta, set har búgv,
so eg teg eigi í vón og trúgv.
10. Í lágu smáttu, høgu borg
nú stilnar saknur, mildnar sorg,
tí nú rann upp Guðs kærleikssól,
tí halda vit við gleði jól.
Martin Luther 1535.
Hans Tausen 1553. J. Dahl 1925.
Lag: Sl. 12 a og b.