Sangir

Alvalds Guð, vit prísa tær - 18

18
Alvalds Guð, vit prísa tær,
lova hátt í jarðartjøldum
tíni æru víða hvar
vilja vit við einglafjøldum,
falla tær til fóta nú,
tekkja tína dýrd í trú.


2. Offurlamb á Golgata,
loysti oss úr syndabondum,
tú vanst sigur páskadag,
legði leið mót lívsins londum;
helheims veldi, deyðans makt
hevur tú til jarðar lagt.


3. Lat nú ríki títt við frið
fara yvir land og bylgju,
veita vilstum sálum grið,
kalla tær upp í títt fylgi,
har at finna hvíldarhavn,
boyggja knø í Jesu navn.


4. Halgi Andi, prís skal tær
saman við Guð faðir vera
og við Jesusi, sum sær
brøðralag við oss læt gera!
Fyll hvønn syndara, sum trýr,
við tí kraft, sum í tær býr.


Grikskur sálmur úr 4. øld. Latínskur Te Deum.
B. Paludan-Müller 1884. Edm. í Garði.
Lag: Sl. 9.

Aftur
Send fyrispurning