Sangir

Alt í føðurhendi er - 345

345
Alt í føðurhendi er,
hvat hann vil, hans andi ger;
til Guðs æru, av Guðs náði
sælu eg um ævi fái
í várs harra Jesu navn'.
 
2. Náðiløn og arvalut
fær við Krist mær himna Guð;
til Guðs æru, av Guðs náði
sælu eg um ævi fái
í várs harra Jesu navn'.
 
3. Felags um hans frið og dýrd
eru fólk av honum skírd,
til Guðs æru, av Guðs náði
sælu eg um ævi fái
í várs harra Jesu navn'.
 
Grundtvig 1856. G. Bruun.
Lag: Sl. 6.

Aftur
Send fyrispurning